§1. Limahald
Limahaldið er persónligt og kann ikki avhendast, deilast við ella nýtast av øðrum. Kundin hevur ábyrgdina av, at ÍÐKA altíð hevur rættar persónligar upplýningar, og hevur skyldu til at boða frá, um kundin broytir: Kontonummar, navn, bústað, telefonnummar, email v.m. Limahaldið er bindandi í avtalaðu bindingartíðina.
Við keypi av leypandi haldi, kann starvsfólkið hjá ÍÐKA biðja kundan vísa samleikaprógv; koyrikort, pass ella annað prógv við mynd á, ið váttar samleikan hjá kundanum.
Klip til persónliga venjing og gávukort skulu nýtast innan eitt ár.
§2. Limakort
Limakortið er persónligt og kann ikki avhendast, deilast við ella nýtast av øðrum. Fyri at fáa atgongd til ÍÐKA, skal limakortið lesast inn við úthurðina og í kundaterminalin. Verður limakortið burtur mist ella oyðilagt, skal kundin boða ÍÐKA frá. Nýtt limakort kostar 50 kr.
§3. Gjald
Við upprættan av leypandi limaskapi/PBS limaskapi verður avtalan tilmeldað PBS/sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Kundin skal gjalda kontant fyri innlimingargjald og írestandi tíðarskeið til fyrsta gjald fellir umvegis PBS/Sjálvvirkandi gjaldsskipan. Eftir hetta verður mánaðarliga gjaldið sjálvvirkani flutt av konto hjá kundanum fyrst í hvørjum mánaða.
Kundin hevur ábyrgd av at goldið verður rættstundis. Verður ikki goldið rættstundis, verður hetta roknað sum mishald av sáttmálanum.
Kundin gevur ÍÐKA samtykki til at stovna sjálvirkandi gjaldsavtalu, tvs. at mánaðarliga gjaldið fer sjálvvirkandi av konto hjá kundanum.
Um so er at sáttmálin verður mishildin, t.d. væntandi gjalding, skilar ÍÐKA sær rætt til at bera triðja parti kundans upplýsingar.
§4. Seinkað inngjald
Verður leypandi limaskapur ikki goldin rættstundis, verður rykkjari sendur til kundan og verður rykkjaragjald á 100 kr. lagt afturat. Verður leypandi limaskapur framvegis ikki goldin, skilar ÍÐKA sær rætt til at steingja limakortið til eftirstøðan er goldin. Tíðin limakortið er stongt verður ikki góðskrivað ella afturgoldin av ÍÐKA.
§5. Gildistíð/limahald
Við leypandi limaskapi/PBS avtalu er talan um ein leypandi limaskap, ið heldur fram til hann verður uppsagdur av kundanum ella av ÍÐKA.
Limahald við bindingartíð halda fram eftir bindingartíðin er liðug, til kundin sjálvur sigur haldið upp.
§6. Uppsøgn
Kundin kann siga leypandi hald/PBS hald upp til komandi mánaðarskifti í seinasta lagi tann 14. í einum mánaði. Sigur kundin haldið upp eftir uppsagnarfreistina, rindar hann eisini fyri haldið, ið fellir til gjaldingar tann 1. í komandi mánaði. Hald við binding kunnu á sama hátt sigast upp, tá ið bindingartíðin er liðug.
Kundin sigur haldið upp við at venda sær til ÍÐKA persónliga og skriva undir eitt skjal, ið váttar uppsøkn. Haldið kann ikki sigast upp yvir telefon.
§7. Broytingar í prísi og limaviðurskiftum
ÍÐKA skilar sær rætt til at broyta prísir. Kunnað ve rður um broytingar seinast 1 mánaða áðrenn tær vera framdar. Hesar verða fráboðaðar í sentrinum og á email (til limir, ið hava uppgivið email adressu). Vit viðmæla, at kundin altíð hevur upplýst okkum ein email hann javnan nýtir.
§8. Venjing og uppihald í sentrinum
Øll venjing og uppihald í ÍÐKA er egin ábyrgd. Hetta er galdandi fyri limir og vitjandi. Ung undir 18 ár, og ómyndig, kunnu einans nýta hentleikar í sentrinum, um ÍÐKA hevur fingið skriftliga váttan frá foreldrum ella verja. Børn undir 15 ár, ið ynskja at venja, skulu vera saman við einum vaksnum.
§9. Mishald av sáttmála
Limir og vitjandi binda seg til at lúka treytir, ið ÍÐKA setir fyri uppihald og brúk av amboðum, maskinum osfr. Verður hetta ikki hildið, verður tað roknað sum mishald av sáttmálanum. Um ein kundi/limur vísir hóttandi atburð ella á ein hvønn hátt plágar aðrar kundar/limir ella starvsfólk hjá ÍÐKA, kann ÍÐKA uttan ávaring vísa viðkomandi burtur, og limaskapurin verður steðgaður. Hetta er eisini galdandi fyri annað mishald, millum annað avhendan av limakorti.
§10. Broytingar í sentri og holdvirksemi
ÍÐKA skilar sær rætt til at broyta upplatingartíðir, holdvenjingar og venjarar.
§11. Heilsa og skaði
Øll venjing er kundans egna ábyrgd. ÍÐKA tekur ikki ábyrgd av skaðum hjá limum, hvørki venjingarskaðum ella ólukkum.
§12. Virðislutir
Vit ráa kundum til ikki at hava virðislutir í goymsluskápunum. ÍÐKA hevur ikki ábyrgd av missi grundað á stuldur ella skaða á lutir. Vit mæla til at kundar hava heingilás við.
§13. Avboð til holdvenjing
Avboð til holdvenjing skal í seinasta lagi gevast 1 tíma áðrenn venjing. Er talan um eitt morgunhold, skal avboð seinast gevast kvøldið fyri kl. 21.